Bestu flogbóltsspælararnir í yngru deildunum eru í Vágum. Serliga er tað í Sørvági, at tey ungu standa seg væl. Finalurnar í steypakappingunum í yngru deildunum eru av. Har vóru seks finalur, og SÍ úr Sørvági vann fýra. Dráttur úr Miðvági vann eina, og TB vann eina finalu.
Merkisvert er tað, at flogbóltsfeløg, sum áður hava vunnið nógv, ikki vóru umboðað í finalunum í yngru deildunum. Her verður hugsað um Mjølnir og ÍF, sum í gjár vunnu finalurnar hjá ávikavíst kvinnum og monnum.
Vinnarar:
SÍ: Dreingir 14, mansunglingar, gentur 14 og dreingir 16. Dráttur: gentur 16. TB: kvinnuunglingar.
Dreingir 16 hjá SÍ, sum vunnu finaluna á Ternuni av Toftum: Oskar, Julian, Brandur H., Tóki, Jón, Hjørtur, Oddur, Teitur, Ari H.P., Ari H., Brandur L., Jákup
Mynd frá Flogbóltssambandi Føroya