Oyggjaleikir: Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti skal í dag spæla finaluna á oyggjaleikunum á Bermuda. Finalan er móti Saaremaa.
Føroyska liðið hevur vunnið allar dystirnar 3-0. Føroysku kvinnurnar hava ongan iva latið verið um, at tær ætla sær eisni at vinna í kvøld. Greitt er tó, at mótstøðan í dag verður væl sterkari enn hon hevur verið higartil í kappingini.
Allir teir føroysku spælararnir eru tøkir til dystin. Birgit Guttesen beklaði í seinasta dystinum í bólkaspælinum, men spældi í gjár í hálvfinaluni uttan trupulleikar. Eisini Sofía Purkhús hevði tape um øksluna, men heldur ikki tað darvaði spælið hjá henni.
Føroysku flogbóltskvinnurnar, sum eru uttan landsliðsvenjaran Boban Illic, ið situr eftir í Føroyar vegna trupulleikar av visum, hava allar melt greitt út, at tær ætla sær at vinna gull á Bermuda.
Finalan byrjar klokkan 17.30 føroyska tíð.