Flogbólturin veksandi undirtøku

Flogbóltur: Heili 94 lið er tilmeldaði til aldursbólkarnar undir 12 ár

Um vikuskiftið skipar Dráttur fyri flogbóltskapping á Giljanesi. Luttøkan millum børn undir 12 ár er heili 94 lið, og er hetta ein vøkstur í mun til eitt nú Mjølnir-kappingina, sum var fyri stuttari tíð síðani, skrivar flogbóltssambandið.

 

Tey feløg, sum hava lið í hesum aldursbólki eru Sí, Dráttur, ÍF, TB, B 71, Mjølnir, Fleyr, Kíf, og nýggja felagið á Toftum, Ternan, ið hevur víðkað nógv um virksemi sítt seinastu tíðina. Sum nakað nýtt í hesum kappingarárinum hevur Flogbóltssambandið í ár býtt liðini í U 12 í deildir, soleiðis at ovasti bólkurin er meistarabólkurin.

 

Vinnandi liðini flyta síðani upp í næsta bólk eftir hvørja kapping, meðan aftasta liðið í ovara bólkinum flytir niður. Hetta hevur verið sera væleydnað, og hevur verið væl móttikið millum børnini, feløgini og teimum avvarandi, tí hetta ger, at liðini altíð koma at spæla ímóti liðum, sum eru á sama stigi.

 

Tey yngstu spæla eisini í 4 ymiskum level, í mun til støði og aldur. Byrjað verður leygarmorgunin og hildið verður áfram til seint sunnudagin. Flogbóltsfeløgini og Flogbóltssambandið hava í ár havt eitt tiltak við at økja um luttøkuna millum børnini, og hetta tiltak hevur borið stóran ávøkstur.