Flogbólturin byrjar í dag

Upprunaliga skuldi talan verða um tríggjar dystir í kvinnudeildini, men uppgerðin millum KÍF og TB er útsett, boðar Flogbóltssambandið frá í dag.

Teir báðir kvinnudystirnir, sum verða spældir, eru ÍF-SÍ og Fleyr-Dráttur.

Hjá monnunum er bert ein dystur á skránni í dag, og er hetta uppgerðin millum ÍF og SÍ. Í morgin spæla Mjølnir og Fleyr.