Eftir U19-landsliðsvenjingarnar um vikuskiftið, hava venjararnir Romica Øster og Rúna Hentze tikið út 14 gentur, sum skulu vera við til næstu venjingarnar.
12 av hesum spælarum spæla í Føroyum og tvær í Danmark. Liðið skal í døgunum 28. til 30. oktober verða við í Nevza kappingini, sum verður í Onglandi. Luttakandi londini eru umframt Føroyar: Ongland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland.
Tær 14 genturnar, ið skulu halda fram við venjingum á U-19 landsliðnum, eru:
Mjølnir: Sirið Anthoniusen
Ternan: Bára Brynleifsdóttir
ÍF: Anna Larsen
TB: Sára Maria Johansen
Dráttur: Petra Sunadóttir Hansen, Anna Sunadóttir Hansen, Barbara Herdalur Poulsen, Bettieyð Ellingsgaard
Fleyr: Magnhild Jacobsen, Jórunn Elisdóttir Wang, Anna Gøthe Magnusdóttir
SÍ: Sissal Ellefsdóttir
Úr Danmark: Eva Winther Nagata, Súsanna Ludvig