Dráttur-Mjølnir 0-2
(16-21, 15-21
18-21, 22-24)
Sum tær fyrstu í føroyskum flogbólti kunnu klaksvíkskvinnur kalla seg greipuvinnarar. Fyri viku síðani vunnu tær meistaraheitið og leygardagin vunnu tær eisini steypafinaluna. Ta fyrstu av sínum slagi og hóast Dráttur var væl við í endanum av dystinum, so var sigurin ongantíð í vanda.
Betri á flestu plássum
Samanumtikið má sigast, at Mjølnir var betri á næstan øllum plássum. Marjun Kalsø var ikki so sjónlig, sum hon annars plagar at vera, men hon spældi kortini væl. Margit Joensen var einastandandi effektiv, serliga í byrjanini av dystinum, og sum dysturin leið komu eisini Tina Jacobsen og Tove Riksfjord væl við í spæli.
Í fyrra hálvleiki var ongantíð nakar ivi um hvønn veg sigurin fór, tí Mjølnir spældi væl betri enn Dráttur. Liðini fylgdust upp til 10-11 stig, men so settu klaksvíkskvinnur ferðina upp og vunnu restina rættiliga greitt.
Tað, sum nokk serliga var orsøkin til sigurin var, at Mjølnirkvinnurnar tordu betri at smekka til bóltarnar, hóast tær vóru eitt sindur kroystar, og tað gav úrslit. Móttøkuspælið hjá Mjølnir hevur ivaleyst verið betri í øðrum dystum, men tær vunnu kortini nógv álop við hampuligum móttøkum.
Harafturat vóru tær raskari í verjupartinum, tí tær fingu nógvar bóltar uppaftur, sum Dráttur slóg yvirum.
Og tað er kanska júst her, trupulleikin hjá Drátti er at finna. Serliga í fyrra hálvleiki vóru tær í so smædnar í álopinum og tað gjørdi, at Mjølnir verjan hevði eitt sindur ov lætt spæl.
Men tað batnaði, sum dysturin leið.
Spenningur móti endanum
Tá seinni hálvleikur byrjaði sást, at Dráttur genturnar høvdu tikið annað skinn um bak. Í triðja setti vóru tað serliga Gerda Nattestad og Helga Nordendal, sum løgdu trýst á, og í fjórða setti blandaði Elisabeth Rasmussen seg eisini nógv í spæli.
Hetta hevði við sær, at Mjølnir nú skuldi verja á fleiri plássum og tað hevði við sær, at Dráttur í báðum teimum seinastu settunum í løtum var væl frammanfyri.
Men her komu so royndirnar Mjølnir til hjálpar. Tá á stóð vísti Marjun hvønn týdning hon hevur fyri liðið, tí tá hon fór aftur at serva í triðja setti servaði hon ein mun upp á seks stig innaftur í einum. Harðar og neyvar servur, sum Dráttur ikki fekk tamarhald á, og við eitt var støðan vend enn einaferð.
Og tá tað var vorðið javnt sá út til, at Dráttur fall eitt sindur í fátt og hóast tað er skilligt, so er tað kortini synd, tí tað hevði ikki bilað eitt petti, um dysturin hevði vart eitt sindur longur. Tað var nevniliga sera stuttligt at síggja, tí har vóru sera nógvir áhugaverdir bóltar at síggja.
Gott at byggja á
Hóast vit mugu staðfesta, at tað var rætta liðið, sum vann og at sigurin hjá Mjølnir var fult uppiborin, so eigur Dráttur kortini stóran heiður av dystinum. Mjølnir var betra liðið leygardagin eins og tær hava verið tað alt kappingarárið, men kortini vísti Dráttur tekin um, at har er tilfar, sum tær kunnu byggja eina framtíð á.
Dráttur hevur fleiri ungar leikarar, sum hava spælt í meistaradeildini fyri fyrstu ferð í ár og tær hava víst, at tær hava evnir. Tí eiga tær at taka finaluplássið leygardagin, sum eitt tekin um, at tær, um tær kíta se enn meir og fáa ein fastan venjara fyri alt árið, kunnu gera seg galdandi heilt har uppi, sum tað er ordiliga stuttligt at spæla.
Hjá Mjølnir er fyrsta greipan komin til høldar, men kortini er lítið at ivast í, at tær longu hava sett nøsina upp eftir tí næstu. Um tað fer at eydnast eins væl og tað gjørdist í ár, fáa vit at síggja, men ímeðan kunnu tær so fegnast um tvey gullheiðursmerki í hesum kappingarárinum.
Sosialurin ynskir steypavinnarunum hjartaliga tillukku við sigrinum.










