Gestirnir av Toftum komu sera illa frá byrjan, men royndu at bjóða av í seinastu settunum, men tær hóttu ongantíð heimaliðið.
Úrslitið var 3-0. Settúrslitini vóru 25-11, 25-20, 25-21.
ÍF vann fyrstu stigini í hesum kappingarárinum seinnapartin. Kvinnurnar úr Fuglafirði vunnu 3-1 móti Mjølnir.
Settúrslitini vóri 23-25, 19-25, 25-17 og 25-12.
Tveir dystir eru á skránni í morgin hjá kvinnum. Fleyr og Dráttur spæla klokkan 14.30, og TB og KÍF spæla klokkan 15.00.