Eftir finalurnar í dag í flogbóltskappingini í Klaksvík hevur Klaksvíkin aftur funnið vegin upp á tindarnar í flogbólti. Bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølni tryggjaðu sær annað plássið í steypafinaluni. Fyrsta finalan í dag var ímillum kvinnurnar hjá Mjølni og Fleyr, og her vann Mjølnir dystin 3-1. Settúrslitni vóru 25-17, 23-27, 25-14 og 25-15. Mótstøðuliðið í finaluni verður SÍ.
Eisini mansfinalan var millum somu feløg, og aftur var tað Mjølnir, sum var omaná við dystarenda við einum greiðum 3-0 sigðri. Settini endaðu 25-21, 25-22 og 25-18. Mótstøðuliðið í finaluni verður ÍF.
Finalurna verða í Høllini á Hálsi 19. februar 2011.