U19 landsliðini hava í morgun verið í dysti í árligu NEVZA-kappingini, sum verður leikt í Kettering í Onglandi hetta vikuskiftið. Dreingirnir spældu ímóti Svøríki og genturnar ímóti Danmark.
Ógvuliga líkir dystir
Hjá bæði monnunum og kvinnunum var talan um tvey góð sett og eitt vánaligt. Bæði liðini fylgdu væl við í fyrsta setti, har tað var javnt fram til seinasta triðingin, tá ið Svøríki og Danmark drógu frá.
So illa gekk í øðrum setti hjá bæði gentunum og dreingjunum, at tað er næstan ikki vert at nevna. Tíbetur var triðja setti í báðum førum nógv betri. Bæði fyri genturnar og dreingirnar var spenningur í líka til tað seinasta.
Mistøkini kosta
Tá ið tað var javnast í settunum var munurin á liðunum, at okkara gjørdu nøkur óheppin mistøk, sum komu at kosta. Sjálvandi hava hini londini nakrar spælarar, ið skara framúr bæði í stødd og dygd, men tað eru tó mistøkini, ið okkara lið kunnu iðra seg um, tí tey kostaðu ov nógv til seinast, skrivar flogbóltssambandið.
Føroysku liðini spæla aftur seinni í dag.
Úrslit í dag:
U19 dreingir: Føroyar - Svøríki 0-3 (19-25, 14-25, 20-25)
U19 gentur: Føroyar – Danmark 0-3 (16-25, 10-25, 21-25)
Skráin í dag:
U19 dreingir: Føroyar – Ongland (15.30)
U19 gentur: Føroyar – Noreg (15.30)
Báðir dystirnir verða stroymdur beinleiðis á www.volleyballengland.org.










