Um vikuskiftið verða FM-finalurnar hjá teimum yngru deildunum í Høllini í Trongisvági. Í alt verður kappast í átta finalum. Fimm ymisk feløg eru umboðaði í teimum átta finalunum.
Eins og undanfarin ár verður gjørt nógv burtur út tiltakinum, og í dag verður Taraflax-gólvið breitt út í høllini, soleiðis at henda dagin verður tað bert flogbóltsvøllurin, sum verður umboðaður í høllini, skrivar Flogbóltssambandið.
Varðin Pelagic er høvuðsstuðul í sambandi við finalutiltakið, sum verður gjøgnumført við stórari hjálp frá TB-flogbólti. TB-flogbóltur, sum hevur heimstað í høllini í Trongisvági, verður umboðað í D 14 og G 16, sum spæla ávikavist klokkan 18.00 og klokkan 20.00 leygarkvøldið.
Seks dystir verða leygardagin og tey yngstu gentur 12 og dreingir 12 spæla sunnudagin.
|
|
|
| ||
Leygardagur 11. mars 2017: |
| ||||
10.00 | D 16 | SÍ | Fleyr | ||
12.00 | KVU | ÍF | Si | ||
14.00 | MU | SÍ | Fleyr | ||
16.00 | G 14 | SÍ | Fleyr | ||
18.00 | D 14 | SÍ | TB | ||
20.00 | G 16 | TB | SÍ | ||
|
|
|
| ||
|
|
|
| ||
Sunnudagur 12. mars 2017: |
| ||||
14.00 | G 12 | SÍ a | KÍF | ||
15.30 | D 12 | Fleyr | SÍ | ||
|
|
|
|