Landsliðsvenjararnir Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu hava úttikið bruttohópin hjá manslandsliðnum, sum skal fyrireika seg til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar.
Fleyr, sum um vikuskiftið vann seg í steypafinaluna, hevur heilar sjey spælarar í bruttuhópinum. Fýra útisetar eru á liðnum, sum umboða Aalborg, Tromsø og tveir úr Amager. Navnframastur er helst Bjarni Larsen, sum spælir í oddinum í norskur flogbólti.
Føroyar vunnu silvur á seinastu Oyggjaleikunum, eftir tap ímóti Saareema í finaluni.
Bruttohópurin:
Jónfinnur Hansen - Fleyr, hevari
Niels Niclasen - Fleyr, hevari
Thorvald Danielsen - Aalborg, hevari
Bogi Midjord - Amager, miðja
Suni Juul Petersen - Fleyr, miðja
Johan Arni Elisson - Fleyr, miðja
Ingávlur Eyðunsson Olsen - ÍF, miðja
Jón Weihe Simonsen - SÍ, miðja
Rasmus Potts - Fleyr, diagonal
Oskar í Haraldsstovu - SÍ, diagonal
Bárður Jacobsen - Ternan, diagonal
Oddur í Haraldsstovu - SÍ, libero
Rói Hentze - Fleyr, kantur/libero
Dávið Hentze - Fleyr, kantur/libero
Uni Jacobsen - Fleyr, kantur
Steffan Olsen - Mjølnir, kantur
Bjarni Larsen - Tromsø, kantur
Trygvi Hansen - Ternan, kantur
Bjarki Enni - Amager, kantur
Hjørtur Eliasen - ÍF, kantur