Tað eydnaðist føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti at vinna finaluna á oyggjaleikunum á Bermuna, eftir ein tættan fimm-settara. Føroyar vóru aftanfyri 2-0 í settum ímóti Saaremaa (25-21 og 25-21), tá tað byrjaði at ganga betur.
Triðja settið endaði 25-16 til Føroyar og fjórða endaði 25-21. Í fimta setti fingu Føroyar veruliga hendurnar framum, og tað settið endaði 15-7 til Føroyar.
Dysturin tók heilar 95 min.