Flogbóltur: Dreingirnir vunnu – genturnar taptu

U19 landsliðini í flogbólti endaðu á ávikavist fimta og sætta plássi í altjóða kapping

U19 dreingirnir vunnu í dag dystin um 5. plássið, meðan genturnar taptu dystun um fimta plássið í evropeisku flogbóltskappingin í Onglandi, sum hevur verið síðani hóasdagin.

 

Dreingirnir vunnu

Dysturin í dag um 5. plássið var ímóti Íslandi, og dreingirnir megnaðu at vinna dystin 3-1. Føroyar vunnu fyrsta settið 25-20, men taptu so tað næsta 20-25. Men so kom vend í aftur, og Føroyar vunnu triðja settið 25-21, eins og teir smurdu Ísland av í 4. og seinasta settinum 25-14.

 

Meginparturin at liðnum hevur eisini møguleika at spæla við komandi ár, so hetta eitt ungt lið, sum hevur verið við í kappingini, og tí verður vónað, at liðið fær betri úrslit komandi ár.

 

 

Endaðu á 6. plássinum

U19 genturnar spældi í dag seinasta dystin, sum eisini var móti Íslandi. Innleiðandi spældu Føroyar eisini ímóti Íslandi, og tá vunnu føroysku genturnar 3-1 í einum tøttum og spennandi dysti.

 

Men í dag gekst ikki eins væl. Hesa ferð var tað Ísland, sum vann 3-1. Ísland vann fyrsta settið 25-19, men so komu føroysku genturnar sterkt aftur, og vunnu 26-24 í einum spennandi setti. Eisini triðja settið var javnt, men Ísland dróg longra stráðið og vann 25-22. So støðgaði alt upp hjá Føroyum, og tær taptu stórt 25-12, og harvið dystin 3-1.

 

Føroyska landsliðið endaði sostatt nr. 6 í kappingini aftanfyri Ísland.