Flogbóltur: Bárður dagsins maður í Århus

Flogbóltur: Havnarmaðurin Bárður Mikkelsen fekk heiðurin at verða kosin dagsins maður eftir dystin móti Skovbakken, tá Fortuna vann 2-1. Tað er fyrstu ferð í ár Forutna vinnur á Skovbakken

Tað gongur misjavnt á hjá føroyingunum í donsku flogbóltskappingini.

Bárður Mikkelsen og Fortuna spældu tveir dystir um vikuskiftið. Teir vunnu tann fyrra móti Skovbakken, men taptu tann seinna móti Lyngby.


Dagsins maður

Í fyrra dystinum var spenningur. Fortuna hevði tapt báðar undanfarnu dystirnar móti Skovbakken í hesum kappingarárinum og tí var lagt upp til, at teir hesaferð skuldu vinna. Tað eydnaðist, men tað var eftir tógvið stríð og ein sera spennandi dyst.

Byrjanin var ikki serliga góða hjá Fortuna. Ein av bestu leikarunum hjá Fortunu var ov seinur til bussin og var tí ikki við í fyrra hálvleiki og tað sást eftir øllum at døma á spælinum. Skovbakken vann fyrsta sett 21-18. Annað sett setti Skovbakken ferðina enn meira upp og tá klárði Fortuna als ikki at fylgja við. Teir taptu settið 13-21 og tað sá út til at fara at ganga sum í dystunum frammanundan.

Men burturvilsti maðurin hevði sjálvur funnið vegin til Århus og longu í triðja settið spurdist úrslit burtur úr tí. Fortuna vann 21-9 og hevði nú fingið vónina aftur. Men tað var stokkutur hiti. Skovbakken menti seg aftur og vann fjórða sett 21-18.

Hóast tað nú sá út til at Skovbakken hevði fingið fótin fyri seg eydnaðist tað Fortunu at venda skútuni enn einaferð og teir vunnu lítla javnbrótaran 9-7 og fingu tí javna til 1-1. Í seinasta javnbrótaranum um dystin var tað Fortuna, sum var omaná. Teir vunnu hann 15-7 og harvið dystin 2-1.

Eftir dystin var Bárður Mikkelsen valdur til dagsins leikara, men sigurin hjálpti ikki sunnudagin, tí tá tapti Fortuna greitt 2-0 móti Lyngby.


TV55 niðast

Hjá TV55 gongur ongan veg. Annika Joensen og Alvilda Ólavsdóttir eru við í hópinum hjá liðnum úr Keypmannahavn, men tað er synd at siga, at tað gongur væl í hond hjá teimum. Tá innleiðandi kappingin var av lógu tær á næstaftasta plássið og nú tveir dystir eru leiktir í endaumfarinum eru tær niðast.

Sunnudagin spældu tær móti HIK Ålborg og tann dystin taptu tær 2-1.

Tó so, tað bilar ikki stórvegis um liðini tapa, tí eingin flytir niður úr bestu deildini. Kappingin verður víðka næsta ár og tí flyta tvey lið upp og einki niður.

ASV Århus, sum eisini eru í sama bólki, sum TV55 hevur Juanu Joensen á liðnum, og hjá teimum gongur heldur betri. Tær hava spælt tveir dystir í endaumfarinum og vunnið báðar. Tann fyrra móti HIK Ålborg 2-1 og tann seinna 2-0 móti Skt. Jørgens.

Gudrid Nolsøe og hinar Fortunakvinnurnar høvdu frí um vikuskftið. Næsti dysturin hjá teimum verður týskvøldið, tá tær skulu spæla lokaluppgerð móti hinum Odenseliðnum í meistaradeildini hjá kvinnum, DHG.