Á árliga aðalfundinum hjá CEV - evropeisku flogbóltssamgonguni, sum er í hesum døgum í Wien, hevur forsetaval verið í dag. Valið stóð ímillum sitandi forseta Aleksandar Boricic og avbjóðaran Hanno Pevkur úr Estlandi.
- Helst ongantíð hevur so hart valstríð verið til eitt forsetaval í CEV. Av tí sama var spenningurin eisini stórur, tí væntað var, at tað fór at gerast ógvuliga tætt ímillum valevnini, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.
Tá ið avtornaði, var tó ikki so tætt, tí Aleksandar Boricic fekk 36, atkvøður og Hanno Pevkur fekk 19. Tað er so statt greitt, at Aleksandar Boricic, sum vitjaði í Føroyum í februar, er afturvaldur og er forseti í CEV næstu 4 árini.
Úrslitið vísir, at Aleksandar Boricic hevur stóra undirtøku frá limalondunum, men hann fær samstundis eina stóra uppgávu í at savna ymisku áskoðanirnar, sum eru komnar til sjóndar í valstríðnum. Aleksandar Boricic var í vár á vitjan í Føroyum í sambandi við steypafinalurnar og frímerkjaútgávuna hjá Posta, í sambandi við at flogbólturin gjørdist 125 ár.











