Í nítiárunum luttók B68 í vaksnamannadeildini í flogbólti hjá bæði kvinnum og monnum. Seinastu árini hava umstøðurnar ikki verið til tess, men nú ætla toftafólk sær aftur at luttaka í flogbólti.
Heimasíðan hjá B68 skrivar, at Katrin Olsen ætlandi fer at melda felagið til í kvinnudeildini í komandi kappingarári. Ein nýggj fimleikahøll verður í næstum tikin í brúk á Toftum, og her skal flogbólturin eftir øllum at døma halda til.
Katrin Olsen hevur í fleiri enn 10 ár spælt við ÍF, har hon seinastu árini eisini hevur verið liðskipari. Eisini hevur hon gjørt um seg á landsliðnum.