Hevur tað okkurt við flog at gera, so hevur tað allarhelst eisini okkurt við Vágar at gera. Líka síðani kríggið hevur flogvøllurin óivað verið størsta sereyðkenni fyri oynna, men seinnu árini er kappingin frá flogbóltinum harðnað, tí tú sleppur í dag ikki undan Vágoynni, tá talan er um flogbólt.
Í morgin ber av, tí tá er steypafinalan hjá kvinnum ein rein uppgerð millum tvey vágalið, SÍ og Drátt, umframt at SÍ eisini er umboðað í mansfinaluni, har mótstøðuliðið er Mjølnir, ið eisini er eitt av søguliga sterkastu feløgunum í føroyskum flogbólti.
Síðani síðst í 60-unum tók flogbólturin spakuliga dik á seg í Sandavági og Miðvági, har Dráttur er heimahoyrandi, og 10 ár seinni byrjaðu sørvingar eisini at senda bóltarnar tvørtur um netið. Hvørki SÍ ella Dráttur hava síðani helmað í, og eitt úrslit av tí er vágadominansurin í steypafinalunum hesa ferð.
At flogbólturin stendur so sterkur í Vágum og hevur vunnið so nógv, er merkisvert, tí burtur sæð frá kappróðri, hevur ikki ligið so væl fyri í liðítrótti, eitt nú hondbólti og fótbólti, har tað seinnu árini hevur verið ein sonn fyritøka, bara at vinna sær umboðan í bestu deildunum.
Bjørt framtíð
Í Sandavági og Miðvági hava tey serliga víst styrki á kvinnusíðuni, har tað er blivið til sjey føroyameistaraheiti og ein steypasigur. Fyrstu árini í feløgunum, MB og SÍF, men síðani fyrst í 80-unum við felagsliðnum, Drátti, sum hevur heimavøll í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Heimavøllurin hjá sørvingum er fimleikarhøllin í skúlanum í bygdini, har tað í mong ár vóru mest menninir, ið gjørdu vart við seg. Teir hava síðani 2002 vunnið tríggjar steypafinalur og tvey meistaraheiti, men nú eru kvinnurnar eisini komnar heilt fram í fremstu røð, so tær síðstu tvey árini hava vunnið tvey føroyameistaraheiti og ein steypasigur.
Eingin ivi er um, at tað er eitt miðvíst barna- og ungdómsarbeiði, ið leggur lunnar undir ta serstøðu, Vágar hava í flogbóltinum. Serliga hjá SÍ hevur hetta sæst aftur í góðum úrslitum, tí síðstu gott og væl 10 árini hevur felagið vunnið eitt hav av meistaraheitum hjá unglingum og teimum 16 ára gomlu, bæði hjá gentum og dreingjum, meðan eisini Dráttur tekur sítt barna- og ungdómsarbeiði í størsta álvara.
Í morgin hava Vágar fyri fyrstu ferð garanti fyri, at minst eitt vágalið verður steypavinnari. Um tað so endar við einari serligari vágagreipu, má tíðin vísa…