Føroyska manslandsliðið í flogbólti megnaði við einum sera góðum avriki í Skotlandi stutt fyri jól at spæla seg í endaumfarið, og nú fáa føroysku menninir enn ein møguleika at prógva hvør dugur er í teimum.
Nógvir útisetar á liðnum
Endaumfarið í C-bólkinum verður leikt í Luxembourg, og lagt verður til brots í morgin. Hini liðini í kappingini eru Skotland, Kypros, Andorra og vertirnir úr Luxembourg. Føroysku flogbóltsmenninir vænta harða kapping, men vónirnar eru góðar.
Landsliðsvenjararnir, Jesper Brix og Suni Hansen, hava úttikið 12 leikarar til kappingina, og av teimum eru ikki færri enn seks útisetar, sum royna seg í donskum og norskum flogbólti. Av heimligu feløgunum er ÍF best umboða við trimum leikarum, meðan føroyameistararnir úr Mjølnir ongan leikara hava á landsliðnum.