Føroyar hevði møguleika at vinna tvey heiðursmerki afturat, tá ið flogbóltslandsliðini bæði vóru í hvør sínari finalu. Bæði møttu Saaremaa, men tíverri máttu bæði liðini lúta.
Kl.13.30 seinnapartin fór kvinnufinalan í gongd. Einki hekk saman fyrsti løtuna, og Saaremaa kundi lættliga leggja seg á odda 2-0 í settum við settúrslitunum 25-18 og 25-22.
Eftir hetta komu føroysku kvinnurnar sera væl við aftur, og vunnu tvey tey næstu settini 25-23.
Fimta og avgerðandi settið skuldi leikast upp í 15, og hetta gjørdist sera spennandi. Liðini fylgdust upp til helvtina av settinum, men so dró Saaremaa frá, vann 15-9, og fekk gullið í hús.
Menninir byrjaðu líka illa sum kvinnurnar. Eiheldur gekk long tíð hjá teimum, áðrenn teir vóru aftanfyri 0-2 í settum. Í triðja setti kom tó spælið fram, og teir vunnu tað 25-18.
Nú var líkt til at teir kundu fara at taka táttin upp eftir kvinnunum, men so var ikki. Fjórða settið vann Saaremaa sannførandi 25-14.
Einki gull til flogbóltslandslið okkara, men tvey silvurmerki eru als ikki at undirmeta.









