Flogbóltskvinnurnar til Luxembourg

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti er farið til Luxembourg at spæla í EM-undankappingini fyri smátóðir, sum kappast 2013 CEV European Championship, og á ferðini eru tríggir dystir á skránni.

 

Tann fyrsti verður í annaðkvøld klokkan 19.30 ímóti Luxembourg, annar dysturin verður leygarkvøldið klokkan 19.30 ímóti San Marino og tann triði sunnudagin klokkan 14.30 ímóti Íslandi. Hetta eru føroyskar tíðir.

 

Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari til eitt endaumfar, sum verður spælt í 2013, har spælt verður ímóti teimum báðum fremstu liðunum úr hinum undanbólkinum.

 

Til ferðina hevur landsliðsvenjarin, Magnus Aðalsteinson, tikið út hesar 12 spælarar:

Jastrið Sivertsen, Mjølnir

Urd Traðará, Mjølnir

Karin Mikkelsen, SÍ

Guðrið Syderbø, Fleyr

Sofía Purkhús, Mjølnir

Sólva Dimon, Brøndby VK

Eina Kalsø, Mjølnir

Margit Joensen, Mjølnir

Hjørdis Johannesen, Fleyr

Karina P. Debes, Gentofte Volley

Rakul Dalsgaard-Jakobsen, Fleyr

Helen á Lakjuni, ÍF

 

Umframt kvinnulandsliðið, er altjóða flogbóltsdómarin, Jan Hentze, við á ferðini og skal hann døma tveir dystir í kappingini. Leygardagin dømir hann Luxembourg-Ísland sum fyrstidómari og sunnudagin San Marino-Luxembourg sum annardómari.