Flogbóltskvinnurnar klárar

Í kvøld klokkan 19.30, føroyska tíð, spælir kvinnulandsliðið í flogbólti tann fyrsta av trimum dystum, nú liðið er í Luxembourg til EM-undankapping fyri smátjóðir.

 

Liðið hevur verið á spælarafundi, har endaligi taktikkurin er lagdur, og kvinnurnar eru nú klárar at spæla henda fyrsta dystin, sum altso er ímóti vertunum.

 

Luxembourg verður mett at vera sterkasta liðið í kappingini, og er undanfarnu árini komið víðari til endaumfarið, har tvey tey bestu í bólkinum koma.

 

Skráin er annars tann, at í morgin klokkan 17 spæla Føroyar og San Marino og sunnudagin klokkan 14.30 Føroyar og Ísland, og verða dystirnir útvarpaðir í Kringvarpinum.