Gallaveitslan leygarkvøldið fer at hava ein heilt serligan dám, tí umframt vanligu gallaveitsluna, so eru tað í ár 25 ár síðani, at Flogbóltssamband Føroya varð sett á stovn, og tí verður okkurt serligt gjørt burturúr.
Hvør verður ársins leikari
Nú er kunngjørt, hvørji eru í uppskoti til at vinna tey ymsu heitini sum ársins leikari hjá monnum og kvinnum. Umframt hesi heiti verða eisini ársins áleypari, blokkleikari, verjuleikari, hevari, stjørnuskot, venjari og útlendski leikari vald.
Flogbóltssambandið hevur útflýggjað eitt yvirlit yvir teir leikarar, ið eru við í kappingini um at vinna tey ymsu heitini.
Slagið um at gerast ársins leikari hjá kvinnum stendur millum tvær úr greipuvinnarunum úr Mjølnir, veteranin Marjun Kalsø og Margit Joensen, umframt ungu sørvágsgentuna Karin Mikkelsen.
Marjun Kalsø hevur boðað frá, at hon gevst við flogbólti á hægsti støði nú, og tað hevði kanska verið ein hóskandi endabrestur upp á longu og glæsiligu flogbóltstíð hennara, at hon bleiv kosin ársins leikari í ár.
Hjá monnunum stendur slagið millum tveir mans hjá greipuvinnarunum úr SÍ, Jóan Petur á Stongum og liðskipain Jón Nielsen, og triði kandidaturin er Bartal Eliasen úr ÍF. Ilt er at taka dagar millum hesar leikarar, men Jón Nielsen hevur havt eitt framúr gott kappingarár og er kanska favorittur.