Mjølnir-kappingin í flogbólti hjá teimum vaksnu hevur verið á skránni í dag, og eftir eru bara finalurnar í Eik-liguni hjá kvinnum og monnum, sum verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgin.
Hjá kvinnunum verða tað Fleyr og Dráttur, sum hittast í finaluni, ið byrjar klokkan 15, og hjá monnunum, sum spæla finalu klokkan 17, eru SÍ og Fleyr komin í finaluna.
Fleyr vann Fleyr-kappingina, sum var tíðliga í heyst, og eydnast Fleyr at vinna á Drátti, kemur Fleyr beinleiðis í steypafinaluna ímóti SÍ. Vinnur Dráttur hinvegin, verða hálvfinalur millum Fleyr og Drátt spældar á Eiði 20. januar.
Hjá monnunum hevur SÍ sama møguleika sum kvinnuliðið hjá Fleyr, tí SÍ vann Fleyr-kappingina og kemur í steypafinaluna við sigri í morgin. Vinnur Fleyr hinvegin í morgin, skulu Fleyr og SÍ eisini spæla hálvfinalur á Eiði 20. januar.