Flogbóltsfinala á Kambsdali leygardagin

Lagt er upp til eitt brak av einum dysti, tá ið oddaliðini bæði í føroyskum mansflogbólti, ÍF og Mjølnir, hittast í seinasta umfari í landskappingini á Kambsdali leygardagin. Vinnandi liðið verður føroyameistari

Sjáldan hevur spenningurin verið so stórur undan seinasta umfari í føroysku flogbóltskappingini, sum hann er í ár. Bæði hjá kvinnum og monnum er einki avgjørt, men meðan tað hjá kvinnunum er rættuliga upplagt, hvør ið fer avstað við gullinum, er tað trupult at spáa um, hvør fer avstað við gullinum í mansdeildini.

Nógvir áskoðarar til flogbólt á Kambsdali
Um alt gongur, soleiðis sum klaksvíkingar vilja hava tað, so koma tvey føroyameistarasteyp til Klaksvíkar leygardagin, meðan fuglfirðingar fegnir vildu, at annað steypið bleiv verandi í Fuglafirði.
Dysturin millum ÍF og Mjølnir er tann fjórði í ár millum liðini, og Mjølnir hevur vunnið tvær ferðir, meðan fuglfirðingar hava vunnið tann eina dystin. Fyrsti dysturin í ár endaði við einum 3-0 sigri til klaksvíkingar, tann næsti við einum 3-0 sigri til fuglfirðingar, og seinasti dysturin millum liðini, ið var leiktur í Klaksvík, endaði við einum 3-2 sigri til Mjølnir, eftir at ÍF hevði verið á odda 2-0!
Í Fuglafirði er stórur áhugi fyri flogbóltinum, og vanliga er rættuliga fitt av fólki til heimadystirnar hjá ÍF í høllini á Kambsdali. Tá ið so talan er um ein dyst, har ið meistaraheitið verður avgjørt, er rættuliga sannlíkt, at fuglfirðingar fara at møta manssterkir til dystin. Áskoðarafjøldin hjá ÍF kann verða rættuliga litrík við nógvum skiltum, trummum og øðrum, ið kann seta sín dám á karmarnar til dystin. Eitt gott dømi um hetta var steypafinalan hjá monnum í síðsta mánaða, tá ið fuglfirðingarnar vóru greitt við yvirlutan bæði á vøllinum og á áskoðaraplássunum.
Hinvegin eru eisini nógvir klaksvíkingar væntandi. Ikki bara tí at menninir skulu spæla dyst um meistaraheitið, men eisini tí at kvinnurnar gera tað sama. Klaksvíkingar eru vanligani eisini rættuliga trúgvir móti sínum ítróttarfólki, bæði innan flogbólt, hondbólt og fótbólt, so teir møta óivað eisini manssterkir á Kambsdali leygardagin.

Kvinnurnar hjá Mjølnir eru stórfavorittar
Tað skal verða løgið, um kvinnurnar hjá Mjølnir ikki gerast føroyameistarar leygardagin. Tær skulu eins og menninir leika ímóti ÍF á Kambsdali, og vinna tær dystin, eru tær meistarar.
Mjølnir hevur verið rættuliga sannførandi hjá kvinnunum seinastu tíðina, og tað er ikki nógv, ið bendir á, at kvinnurnar hjá ÍF fara at gera nakað við Mjølnir. Einasta liðið, ið kann hótta Mjølnir, eru steypavinnararnir úr TB, men fyri at tær skulu gerast meistarar, skal Mjølnir tapa móti ÍF, samstundis sum TB sjálvara skulu vinna sín dyst.
Nógv kjak hevur verið um dømingina í føroyskum flogbólti í vetur, og flogbóltssambandið hevur fingið nógvar ákoyringar fyri hetta, og stór ónøgd hevur verið millum leikarar og venjarar. Tí hevur FBF sett royndar dómarar til allar teir týðandu dystirnar seinastu umførini í landskappingini í flogbólti, og til dystirnar á Kambsdali leygardagin verða tað okkara fremstu flogbóltsdómarar, Tummas Óli Mortensen og Jan Hentze, ið fara at døma, so har skuldi ikki verið nakað at fílst á.
Dysturin millum kvinnuliðini hjá ÍF og Mjølnir verður á Kambsdali klokkan 2 leygardagin, og mansdysturin millum somu feløg verður klokkan 4.