Fløskupostur úr Hoyvík funnin í Noreg

Tað tók einum fløskuposti seks vikur at koma úr Føroyum til Noregs

Tað tók einum fløskuposti seks vikur at koma úr Føroyum til Noregs.

 

Í Hoyvíkar skúla høvdu tey evnisviku í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars. Hósdagin 19. mars vóru næmingar úr fjórða og fimta flokki niðri í Hoyvík við fløskupostum, sum tey sleptu á sjógv í Hólmasundi.

 

Í fløskupostunum var bræv, sum næmingarnir høvdu skrivað um sólarmyrkingina. Ein av hesum fløskupostin er rikin líka til Noregs, har ein smágenta fann hann í fjøruni við býin Vevang nakað norðan fyri Molde.

 

– Halló lærarin og næmingarnir í 5. flokki, skrivar gentan í telduposti, sum hon hevur sent Hoyvíka skúla.

 

»Vit hava fingið brævið, sum tit hava sent við fløskuposti úr Føroyum, og nú vilja vit skriva til tykkara.

 

Fløskan varð funnin á vesturstrond Noregs í einum lítlum býi, sum eitur Vevang. Hann er ímillum býirnar Molde og Kristiansund. Tað var á Kvitholmen vitanum, tann 2. mai 2015, at vit funnu fløskupostin.

 

Eg eiti Tale Bognøy og eri sjey ára gomul. Saman við tveimum øðrum gentum, Kine og Ane, funnu vit fløskuna við brævi tykkara. Tað var águgavert at lesa bræv tykkara, og vit síggja, at tit hava lært nógv um sólarmyrking. Her í Noreg høvdu vit bert partvísa sólarmyrking.

 

Eg gangi í fyrsta flokki, so eg tók brævið við í skúla, so at hinir næmingarnir og lærarin eisini kundu síggja tað. Næmingarnir hildu tað vera sera áhugavert, at tað tók fløskupostinum seks vikur at koma úr Føroyum til Noregs. Nógvir næmingar fara nú at skriva brøv og senda fløskupostar.

 

Kanska tit verða so heppin, at fáa ein av hesum fløskupostum úr Noreg?«, skrivar Tale Bognøy úr Noreg.