Fløguaktuellur dani hitar upp fyri Eyðun, Terja og Kim

Tá Eyðun, Terji og Kim vitja á Loppuni á Christiania leygarkvøldið, hitar fløguaktuelli Jesper Ejrup upp.

Tá føroyska supertrioin, Eyðun, Terji og Kim vitja á Loppuni á Christiania leygarkvøldið, verður fløguaktuelli Jesper Ejrup millum upphitararnar.



Jesper Ejrup gevur í dag út aðru heilfløgu sína Live in Timeless studio, ið er upptøkur frá konsert við Eijrup. Konsertin varð eisini filmað og sæst omanfyri. Talan er um soulkendan blues, ið fer at leggja ein deiligan popputtan botn, áðrenn føroysku hittsmiðirnir fara á pall.

Umframt fløguna Love frá 2010 hevur Ejrup givið út fleiri EP’ir og stakfløgur, umframt at hann hevur spælt nógv í útlandinum. Bæði í London og á Malta hevur hann skapt sær eitt navn.

Umframt Ejrup eru eisini Select Captain á skránni leygarkvøldið í Loppen.

Dyrnar í Loppen lata upp kl. 21.