Sogndal er framvegis við í kappingini at flyta upp í bestu norsku deildina komandi ár. Teir vunnu sunnudagin 6?0 á heimavølli ímóti Sandefjord. Kurt Mørkøre skoraði eitt mál. Hann hevur higartil verið toppskjútti í næstbestu norsku deildini, men tað er hann ikki longur. Jostein Flo spælir við Strømgodset, sum er næstfremst. Teir vunnu sunnudagin 10?2 ímóti Byåsen. Jostein Flo skoraði fýra mál. Nú er hann toppskjútti í 1. deild. Hann hevur skorað 20 mál, meðan Kurt Mørkøre hevur skorað nítjan mál.
864 áskoðarar hungaðu sær í sól og eitt sindur av vindi kring heimavøllin hjá Sogndal, Fosshaugana, men tað tók sína tíð, áðrenn sigurin var í pottinum.
Sogndal var omaná mesta partin av tíðini, og longu í 9. minutti legði álopsfelagin hjá Kurt Mørkøre, Tommy Øren, Sogndal framum úr sjey metrum. Kurt Mørkøre hevði næstsíðsta fótin á.
Sandefjord hevði ein møguleika at javna í 1. hálvleiki, men teir sendu í stólpan, og tíðliga í 2. hálvleiki noyddist Sogndal málverjin, Terje Skjeldestad, at vísa stórspæl.
Tá tað restaði eitt korter glapp, og so gekk skjótt hjá Sogndal undan vindinum. Alexander Ødegaard skoraði úr 18 metrum, og ein minutt seinni var Kurt Mørkøre tryggur, tá hann var einsamallur við málverjanum.
Hans Fróði Hansen og Julian Johnsson vóru við alla tíðina. Kurt Mørkøre, sum hevði fingið gula kortið, varð skiftur út. Kristian Ystaas kom inn fyri Kurt, og hann skoraði tvey mál. Hitt fyrra tá 80 minuttir vóru farnir og hitt seinna, tá tríggir minuttir vóru eftir.
Komandi sunnudag fær Sogndal vitjan av Strindheim, sum er næstniðast. Sunnudagin var tað merkisvert, at Strindheim á heimavølli megnaði 3?3 ímóti oddaliðnum Lyn. Sandefjord skal spæla á heimavølli ímóti næstfremsta Strømgodset.
Kappingarárið í næstbestu norsku deildini verður liðugt 22. oktober, tá 26. og seinasta umfarið verður á skránni.