Tað var fyri at fáa stór málskjúttan, sum teir ikki hava hildið seg hava, síðani teir komu í bestu deildina, at Sogndal keypti Håvard Flo. Sunnudagin var hann við fyrstu ferð, og í góðveðrinum í Noregi kundu Kurt Mørkøre og øll hini, sum hugdu at, staðfesta, at tað eru knotir í nýggja manninum.
Heimadysturin ímóti Odd Grenland, sum er á fimta plássi, og sum bara er tvey stig frá toppinum, var 3?3. Håvard Flo skoraði tvey mál, og hann var upphavið til brotssparkið, ið Rune Bolseth skoraði uppá.
Sum vera man var Flo maðurin ovurfegin. Hann hevði kent stórt trýst á sær, og hann segði seg ikki hava vitað, hvar hann so at siga fleyt. Orsøkina segði hann vera, at hann ikki hevði spælt á hægsta støði í meiri enn eitt ár. Tað var í apríl í fjør, at hann umboðaði gamla felagið hjá sær, Wolverhampton ímóti Ipswich.
Í síðstu viku leigaði Sogndal næstbesta málverjan í Rosenborg. Hjá honum gekst ikki so væl í fyrstu royndini fyri Sogndal. Gestirnir komu á odda í 10. minutti, og teir øktu í 23. minutti. Í báðum førunum var talan um vánaligt málverjuspæl.
Á hálva tímanum stútaði Håvard Flo til 1?2, og níggju minuttir seinni var javnt. Sogndal hevði skorað upp á brotsspark, tí Håvard Flo var feldur. Í 52. minutti stútaði Flo til 3?2, men minuttin aftaná javnaði Odd Grenland til 3?3, og so komu ikki fleiri mál.
Kurt Mørkøre var ikki ímillum teir fyrstu ellivu hjá Sogndal, og hann kom ikki inn í 2. hálvleiki, tá Sogndal annars gjørdi tríggjar útskiftingar. Í Noregi verður ikki spælt í landskappingini í bestu deildini komandi vikuskifti. Í Sogndal hava teir frí í hesi vikuni, og tá teir hittast aftur komandi mánadag, verður Kurt Mørkøre ikki saman við teimum, tí tá verður hann á veg til Klaksvíkar.
Harvið er føroyska tíðarskeiðið í norskum fótbólti av ? í hesum umfarinum í hvussu so er. Hvussu tað verður í framtíðini er sjálvandi ilt at siga, men Kurt Mørkøre er framvegis bundin at felagnum. Hann er leigaður til Klaksvíkar tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Um ikki okkurt annað verður á skránni, so verður hann frá fyrsta oktober aftur á lønarlistanum hjá Sogndal.
Stóri dysturin sunnudagin var, tá Rosenborg hevði vitjan av Viking Stavanger. Heimaliðið hevði stóra yvirvág, men úrslitið var 1?1. Lillestrøm vann 5?0 á útivølli ímóti Bryne, og nú eru teir á odda. Í toppinum hevur Lillestrøm 29 stig, Stabæk 28, Rosenborg, Odd Grenland og Viking 27. Brann hevur 25, Molde 21, Sogndal 17, Moss 16, Lyn 14, Glimt 12, SIF 11, Tromsø 9 og Bryne 8 stig.