Fleyr gjørdist størsti vinnari av FK-kappingini, sum er fyrsta veruliga kappingin í flogbóltsárinum. Bæði Meistaradeildarliðini vunnu. Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu finaluna móti KÍF, meðan menninir hjá Fleyr vunnu seinasta og avgerandi dystin móti Mjøli og vann 2-1. Her var talan um gott flogbóltsspæl.
Í 1.deild hjá monnum vann Fleyr dystin ímóti SÍ og harvið kappingina. Hjá 1.deild kvinnum gjørdist Mjølnir vinnari, meðan Fleyr gjørdist nummar tvey.
Kappingin fyri vaksin bleiv spæld í høllini á Hálsi. 21 lið luttóku í kappingini. Fyri fyrstu ferð nakrantíð, vóru øll liðini í somu høll samstundis. Hetta eydnaðist væl, siga fyrireikararnir úr Fleyr. Sagt verður, at tað vóru fleiri góðir og tættir dystir, og til tíðir gott flogbóltsspæl.