Fleyr trýstir Mjølnir

Uttan stórvegis hóvasták vann Fleyr í gjárkvøldið 3-0 á KÍF, og sostatt er Fleyr væl við í oddanum í bestu kvinnudeildini

Flogbóltur

Við útisigrinum á KÍF í gjárkvøldið leggur Fleyr trýst á Mjølnir. Liðini hava nú bæði 12 stig, men Mjølnir, sum er næstfremst í Eik-liguni hjá kvinnum, hevur spælt ein dyst færri. Í kvøld klokkan 18 skal Mjølnir á Giljanesi ímóti Drátti, og har er so møguleikin hjá klaksvíkskvinnum aftur at fara tvey stig frá Fleyr.
Fleyr kom til Kollafjarðar við bara sjey spælarum og einum libero, umframt einum spælara á bonkinum. Men kortini stóð ikki á at vinna væntaða sigurin, og í løtum varð tað enntá gjørt við góðum spæli. Við góðum móttøkum og servum legði Fleyr so mikið av trýsti á KÍF, at sigurin longu frá fyrstu løtu var ávegis.
Unga KÍF-liðið fekk einki gjørt við mótstøðuna í fyrsta og øðrum setti, og tá tað í seinnu helvt av triðja setti eydnaðist heimaliðnum at betra móttøkurnar og fáa longri duellir, gjørdist tað bara pynt – og tá tók sigursvísa Fleyr-liðið sær eisini meira av løttum.