Fleyr smurdi KÍF av

FM, kvinnur: KÍF fekk ikki eitt bein til jørðina í sannførandi Fleyr-avriki.

Fyrra FM-finalan í meistaradeildini hjá kvinnum hevur verið í stórhøllini á Hálsi í kvøld. Tað eru Fleyr og KÍF, sum eru í FM-finaluni í ár.


Fleyr fekk eina góða byrjan, og hóast KÍF síðani vann seg omaná eina løtu av fyrsta setti, so var tað Fleyr, sum í sannførandi stíli sat á restini av dystinum. Tær góvu KÍF ein 3-0-avsmurning.


Settúrslitini vóru 25-17, 25-12 og 25 .. Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, kann lesast niðanfyri. Seinna FM-finalan ímillum Fleyr og KÍF verður leygardagin kl.13.30.


Fyrra FM-finalan hjá monnum ímillum ÍF og Mjølnir byrjar kl.20.00. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, eins væl og in.fo er á staðnum við beinleiðis tekstafrásøgn.


Fleyr – KÍF 3-0 (25-17, 25-12, 25-11)


1. sett:

Fleyr fekk eina dreymabyrjan og legði seg á odda 5-1, men KÍF svarar væl aftur og kemur á odda 9-6, tá ið Fleyr-venjarin, Kristian Mikkelsen, tekur timeout. Hetta bøtti væl um hjá havnaliðnum, sum aftur vann sær leiðsluna – fyrst 11-10, men síðani heilt upp á 17-12, tá ið KÍF-venjarin, Ragnar í Haraldsstovu, tók timeout. Fleyr var tó samanumtikið betra liðið hetta fyrsta settið, sum tær eisini vunnu trygt 25-17.


2. sett:

Aftur hesaferð var tað Fleyr í sannførandi stíli. KÍF hevði trupult við at fáa fatur á móttøkunum og slapp harvið sjáldan í álop. Alt fyri eitt var Fleyr á odda 5-0. Stóra leiðslan helt sær, og Fleyr, sum gjørdi fá mistøk, vann settið ruddiliga 25-12.


3. sett:

KÍF hevur einki mótsvar, og tað er aftur Fleyr, sum í sannførandi stíli vinnur settið. 25-11 gerst úrslitið í hesum settinum, og við 3-0-sigri hevur Fleyr nú skapt sær gott útgangsstøði undan seinnu finaluni leygardagin. Spælir Fleyr bara á einum støði, sum minnir um tað í dag, so verða tær truplar at koppa.