Fleyr setti SÍ upp á pláss

Flogbóltur: Tað var eingin bøn fyri SÍ tá teir komu til Havnar at hitta Fleyr. Teir fingu ein uppsang av teimum stóru

Fleyr-SÍ 2-0


Tað var eingin slingur í valsinum tá Fleyr setti hol á hetta kappingarári í flogbólti.

SÍ var fyrsta liðið, sum kom á vitjan í Gundadalshøllini, og teir fóru tómhentir úr Havnini aftur.

Og tað hevði verið ruddiliga órættvíst, um teir bara fingu ein einkultan bólt afturat. Móttøkurnar, sum jú skulu vera grundarlagið undir álopinum vóru so út av lagið vánaligar, at har skal venjast og tað væl, fyri at fáa skil á.

Tað er ikki tí. Leikararnir eru teir somu sum í fjør, men útgangsstøðan er so nógv vánaligari í ár enn í fjør, tíverri.

Fleyr gjørdi sum sagt stutta prosess, og tað sást beinanvegin í fyrra hálvleiki, at havnamenninir ikki vildu hoyra talan um endurtøku av dystinum hjá liðunum báðum í Havn í fjør, tá SÍ, við skilagóðum spæli, sníkti seg til eitt sett.

Fleyr legði út sum eitt ódnarveður, og vann fyrsta sett 21-13.

Annað sett var um møguligt, enn meira ójavnt. Fleyr vísti SÍ hvar skápið skuldi standa, og áðrenn sørvingarnir høvdu hugt rundan um seg var fyrri hálvleikur liðugur, tí Fleyr vann annað sett 21-7.


Fleyr syndromið

Seinastu nógvu árini hevur Fleyr havt eina »sjúku«, sum hevur gjørt, at teir, tá teir hava vunnið lættliga, hava tikið tað ov róligt. Tað hevur mangan kostað sett, men soleiðis var ikki hesaferð.

Inni á vøllinum gjørdu leikararnir allir sína skyldu, og við Jan og Klæminti á smashara plássinum og Tummasi Óla á hevaraplássinum var lítið at gera hjá SÍ.

Onkur bóltur varð fangaður í blokkinum, men tað sum fór yvir um fór meginparturin í gólvið. Mótstøðan var heilt einfalt ov lítil.

Tá vit í byrjanini av hesi grein umrøddu móttøkurnar hjá SÍ, so hava vit eisini skyldu til at nevna servirnar hjá Fleyr, tí tær vóru heilt góðar henda dagin liðini spældu á langvøllinum í Gundadalshøllini.

Steinar Eirikstoft og Jan Hentze høvdu nakrar skarpar servur, sum sørvingar vóru púra ráðaleysir ímóti.

Hóast tað er í so tíðliga at siga nakað, og mótstøðan í fyrsta umfari var í veikara lagið til at byggja nakað á, so mugu Fleyrleikararnir staðfesta, at árið í ár verður í frægara endanum. Liðið hevur hildið fast um flestu leikararnar, og tað ger, at teir ikki hava trupulleikar at leika eitt nýtt lið saman. Tað gevur eitt gott útgangsstøði, sum í síðsta enda kann vísa seg at vera nóg mikið til at draga longsta stráðið tá gjørt verður upp at enda.


Koyrilin um endan

Hjá SÍ skulu aðrir bollar á suppuna áðrenn vend kemur í. Spælararnir eru sum sagt ikki verri enn teir vóru í fjør, tí talan er um somu leikararnar. Onkur teirra hevur enntá royndir frá landsliðunum og tí eiga teir eisini at kunna vísa meira enn teir gjørdu leygardagin.

Vit velja at trúgva at tað er tí, at leikararnir enn ikki eru komnir í gongd, og vóna, at teir fáa tikið seg so mikið saman, at teir aftur fara at vísa tað spælið, sum teir vístu móti endanum av árinum í fjør, og sum gjørdi, at teir yvirlivdu enn eitt ár.

Men tað er eingin loyna, at koyrilin skal svingast í Vágum, og ein heilt øðrvísið spælidisiplin skal í enn tað er nú.

Hóast liðið spældi við libero, sum tað einasta í fyrsta umfari, so gjørdi hetta ongan mun. Móttøkurnar fóru í allar ættir, og orsøkin er heilt einfalt tann, at hugburðurin hjá leikarunum manglar. Tað er keðiligt, tí teir kunnu vera - og eiga eisini at vera - so nógv betri enn teir vístu leygardagin.

Tað er tí at vóna, at SÍ velur at taka dystin upp og vísa, fyrst og fremst, sær sjálvum, og síðani okkum sum hyggja at, at teir kunnu spæla flogbólt betri enn teir gjørdu leygardagin.

Tað sømir seg bæði flogbóltinum og sørvingum.