Fleyr-SÍ 3-1: Avgerandi bóltarnir og samrøða (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Suna Juul Pedersen hjá Fleyr, og hoyr avgerandi bóltarnar í teimum fýra settunum

Fleyr togaði seg uppá annað plássið í meistaradeildini hjá monnum við einum 3-1 sigri á SÍ í høllini á Hálsi í Havn í dag.

 

Settmunurin var: 25-18, 23-25, 25-22 og 25-23

 

Mjølnir sementeraði suverena oddasessin við at vinna 3-0 á ÍF á Kambsdali í dag.

 

Settmunurin var: 17-25, 22-25 og 20-25

 

Mjølnir er nummar eitt við 24 stigum, og greitt oddalið. Nummar tvey er Fleyr við 10 stigum. SÍ er nummar trý við 10 stigum og ÍF er aftast við fýra stigum. Fleyr hevur betur settmun enn SÍ.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hans Fróði Jensen var viðmerkjari.

2) Hoyr Hans Fróða Jensen stutt taka samanum dystin.

3) Hoyr stríðið Óli G. Samuelsen hevði við at fáa spælarar at stilla upp til eina samrøðu aftaná dystin.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við veteranin hjá Fleyr, Suna Juul Pedersen, ið var so frægur, at hann stillaði upp til eina samrøðu. Takk fyri tað Suni.

 

Suni Juul Pedersen stórfegnast um ein týdningarmiklan sigur á SÍ. Hann staðfestir, at Mjølnir eru farnir við fyrsta plássinum, og nú ræður um hjá teimum í Fleyr at halda um annað plássið, so teir vinna seg í FM-finalurnar har Mjølnir bíðar.