Fleyr rakti botnin

Tað gekk heilt av skriðuni hjá Fleyr hetta kappingarárið

FLOGBÒLTUR

Besta mansliðið hjá Fleyr hevði nógv tað vánaligasta árið í søgu felagsins. Havnafelagið hevur annars ligið væl fyri í bestu mansdeildini, men í ár hevur tað gingið heilt av skriðuni.
Endaliga støðan vísir, at tann einasti fongurin, Fleyr gjørdi, var at vinna eitt sett. Annars tapti liðið.
Manningin telir fyri tað nógva ungar leikarar, og elddópurin í bestu mansdeildini hevur kravt sín mann.
Fleyr hevur havt útlendskan venjara, men ongan útlendskan leikara.
Hvussu er og ikki setti Fleyr met í ár: Vánaligasta avrikið nakrantíð í bestu mansdeildini fyri eitt heilt kappingarár.

Endaliga støðan, meistaradeild, menn

1ÍF (GULL)1614-244103420
2Mjølnir (SILVUR)1610-633231015
3SÍ (BRONSU)169-73024615
4Fram167-92629-310
5Fleyr160-16148-470

Afturat FM-heitinum vann ÍF eisini steypakappingina.