FLOGBÓLTUR
Nú er endaspælið byrja, og hetta gevur bæði Fleyr og SÍ ein nýggjan møguleika at spæla seg upp til trý tey bestu. Gongdin hjá teimum báðum hevur ikki verið tann besta í grundspælinum, og tá ið grundspælið var liðugt lógu tey á ávikavist fjórða og fimta plássi. Nú eru stigini tó hálverað, og tí var umráðandi hjá báðum at fáa ein sigur í vikuskiftinum, tá hesi bæði liðini brustu saman í Havn.
Tað var tó Fleyr, sum var oman á henda dagin. Fyrsta settið vann havnarliðið 26-24, og so vóru teir komnir í gongd. Í øðrum setti dró Fleyr aftur longra stráðið, og hesa ferð vunnu teir 25-21.
Nú sá ikki gott út hjá SÍ, sum skuldi vinna restina av settunum, um teir skuldu hava ein sigur við vestur til Sørvágs. Men so bleiv ikki. Triðja sett endaði eisini við 25-21 sigri til Fleyr.
Við sigrinum hevur Fleyr lagt seg undir liðina á Fram, og nú nærkast teir av álvara heiðursmerkjum.