FLOGBÓLTUR
Framvegis er SÍ oddalið í Eikliguni hjá kvinnum, og framvegis hava sørvágskvinnur heldur ikki tapt nakran dyst. Men ímóti Fleyr tær taptu sítt fyrsta sett í ár – og kundu eins væl tapt dystin við.
KÍF-kvinnurnar gjørdu tað øvugta, tí fyri fyrstu ferð í ár vunnu tær eitt sett, men tær megnaðu ikki at halda fast, tá harðast leikaði á ímóti Drátti.
Mjølnir er enn størsti avbjóðarin har frammi, og hóast spælið ikki var serliga sannførandi á Kambsdali ímóti ÍF, rakk tað væl og virðiliga til sigurs.
Fleyr-SÍ 1-3
(25-18, 27-29, 19-25, 20-25)
Ikki hevur av álvara ligið fyri hjá Fleyr at leggja seg út í oddastríðið, men í gjár var ein av størstu møguleikunum. Fleyr møtti einum SÍ-liði, ið ikki rættiliga fekk tingið at ganga eftir vild, men hóast hetta, megnaði Fleyr ikki at taka av, nú møguleikin var har.
Fleyr legði væl út og vann fyrsta sett lættliga, men mátti síðani lúta í øðrum setti, ið gjørdist rættiliga drúgt. Bæði lið høvdu settbóltar, og hevði Fleyr vunnið ein av sínum, hevði dysturin helst endað við sigri til heimaliðið. Men SÍ vann at enda, og so megnaði Fleyr ikki meira.
SÍ fekk servuna at rigga sera væl í triðja og fjórða setti, men spælið var tað ringasta higartil í ár – og kortini rakk tað til sigurs. SÍ eigur enn fysta ósigurin til góðar og er framvegis tvey stig framman fyri Mjølnir og heili seks stig framman fyri Fleyr.
Fleyr hevur framvegis trupult við at vísa støðugt spæl, og tá tað heldur ikki eydnast at koppa SÍ á einum degi, tá sørvágskvinnur makta so lítið, verður tað sera trupult at ímynda sær Fleyr sum eina veruliga hóttan í oddastríðnum.
ÍF-Mjølnir 0-3
(16-25, 18-25, 23-25)
Hóast Mjølnir í gjár var uttan bæði Birgit Guttesen og Kate Kalsø, stóð ikki á at tryggja sær sigurin, ið væntandi var, at Mjølnir skuldi fáa ímóti ÍF, ið enn stríðist millum niðastu liðini.
ÍF royndi at stríðast og gjørdi eftir umstøðunum ein góðan innsats. Tað munaði tó ikki í teimum báðum fyrstu settunum, men í triðja setti eydnaðist ÍF at fáa lagt eitt ávíst servutrýst á Mjølnir.
Tað sást, at Mjølnir hevði trupulleikar við motivatiónini henda dystin, og nógvar skiftingar í øðrum og triðja setti gjørdu tað ikki lættari hjá liðnum at vinna sannførandi. Men kortini var sigurin ongantíð í vanda, tí Mjølnir fyrst og fremst hevði betri álop og blokk.
Mjølnir er væl við í kappingini, og tá liðið møtir SÍ um tvær vikur, fæst at síggja, um hóttanin frá klaksvíkskvinnum skal takast í álvara, ella um SÍ bara er tað betri enn øll hini liðini.
KÍF-Dráttur 1-3
(12-25, 11-25, 25-23, 21-25)
Ikki hevur nógv gingið eftir vild hjá unga KÍF-liðnum í vetur, og eftir fyrstu tvey settini ímóti Drátti sá heldur ikki út til, at hesin dysturin skuldi gerast øðrvísi. Men tað gjørdi hann.
Í triðja setti byrjaðu tingini at lukkast hjá kollfjarðarkvinnum, sum eitt skifti vóru á odda 18-11, men síðani sóu út til at missa alt á gólvið, tí Dráttur kom upp á 17 stig, áðrenn KÍF aftur kom á kósina og vann settið.
Nú var tað KÍF, sum hevði munin, og tað var um reppið, at liðið tók fjórða sett og tí fekk møguleikan at avgera dystin í fimta setti. KÍF var á odda við fleiri stigum, men Dráttur nærkaðist ímóti endanum. KÍF var á odda so seint sum 19-18, men tapti kortini settið og dystin.
Tað tók kortini ikki gleðina frá ungu gentunum, ið fegnaðust stórliga um vunna settið, ið hevði nógv at siga fyri tær, hóast tær enntá kundu fingið nógv meira burturúr hesa ferð. Og ein settsigur og tað, at liðið var so nær við at fara við øllum, gevur óivað betri hug til venjingarnar næstu vikurnar.