Flogbóltsfelagið í Havn, Fleyr, hevði í vár 40 ára stovningardag, og í dag, leygardagin 9. september, verður dagurin hildin í Gundadalshøllini.
Fleyr telist millum elstu flogbóltsfeløgini í Føroyum og var tað fyrsta ítróttarfelagið, sum var flogbóltsfelag burturav, meðan flogbóltur sum partur av øðrum felag var kent áðrenn. Stovnarar vóru Gordon Eidesgaard, Finnbogi Arge og Herman Lindberg, ið allir vóru kendir innan flogbóltin. Nevnast kann, at ein av hesum, Herman Lindberg, er í dag partur av nevndini í Fleyr. Hann hevur eisini sitið sum formaður.
Fleyr, ið er eitt av størstu flogbóltsfeløgunum í landinum, hevur um 300 limir lið í øllum deildum. Stór tilgongd er í yngru deildunum, bæði hjá flogbørn, kidswolley sum er fyri 1.- 4. flokk og í u12. hjá gentum og dreingjum. Góða gongdin hevur havt við sær avbjóðingar við hallartímum, og hevur felagið tí samrátt seg til fleiri tímar, har m.a. høllin í Kollafirði hýsir nøkrum venjingum. Venjingartíðir o.a. er at finna á heimasíðu felagsins, www.fleyr.fo.
Eldru deildirnar hava sum heild staðið seg væl gjøgnum tíðina, og m.a. gjørdust meistaradeild Kvinnur Føroyameistarar 2015. Hóast menninir hava vunnið fleiri meistaraheiti, var tað í ár, 40 ára stovningarár felagsins, at felagið vann steypakappingina hjá monnum fyri 1. ferð.
Tveir nýggir venjarar eru settir í ár. Jan Hentze er settur sum venjari hjá Meistaradeild menn, men kemur eisini at vera partur av venjingini hjá hinum mans- og dreingjadeildunum Jan hevur eisini í mong ár verið partur av bestaliði hjá Fleyr. Kristian Mikkelsen er eisini frammanundan kendur í Fleyr við at hann í nøkur ár hevur vant meistaradeildina hjá monnum. Nú, hann er settur sum venjari hjá meistaradeild kvinnum, fer hann - á sama hátt sum hjá monnunum- eisini at taka lut í at venja yngru liðini. Kristian er annars eisini landsliðsvenjari hjá kvinnum.
Flogbóltur er savnandi ítróttur, bæði til skúlaítrótt og sosialiserandi spæl og tá spælt verður á høgum støði. Fyrsta heimsmeistarakappingin í flogbólti var í 1949, og fyrstu ferð, flogbóltur var við í olympisku leikunum, var í 1964 í Tokyo. Í altjóða samanhangi hevur føroyskur flogbóltur staðið seg væl í kappingum við m.a fleiri oyggjaleikaheiðursmerkjum. Leikarar frá Fleyr hava í mong ár verið ein sjónligur partur av landsliðunum, og vónandi heldur hendan góða gongdin fram.
Nú felagið rundar tey 40, bjóðar Fleyr til almenna móttøku í Gundadalshøllini í dag klokkan 11-13. Øll eru hjartaliga vælkomin, og fyrireikararnir vóna at síggja nógvar leikarar og avvarðandi bæði fyrrverandi, núverandi og komandi.