Uppleggið hjá Fleyr til dystin ímóti Ternuni í gjár var sera einfalt, tí Fleyr skuldi bara vinna, so var 100 prosent vist, at liðið kom í FM-finaluna, sum líka so vist verður spæld ímóti Mjølni. Men so einfalt tað var, so trupult kundi tað eisini gerast, tí Ternan byrjaði dystin sum eitt óløgi.
Ternan vann greitt í fyrsta setti, eftir at hava verið frammanfyri við einum 10 stigum fyri tað nógva, og heldur ikki í øðrum setti var Fleyr serliga sannførandi. Mestsum allan vegin var Ternan á odda, men Fleyr hevði ímóti endanum hug at nærkast, og tað gjørdist heilt spennandi ímóti endanum. Tá var Ternan á odda 24-23, men allíkavæl megnaði Fleyr at vinna settið 26-24.
Ikki fyrr enn í triðja og fjórða setti byrjaði tað at líkjast hjá Fleyr, sum fekk meira og meira gongd á spælið og vann tey bæði settini rímiliga greitt. Men samanumtikið vóru kvinnurnar hjá Fleyr ikki stórvegis betur enn tær hjá Ternuni ígjøgnum dystin. Fleyr noyddist næstan at skifta allan bonkin hjá sær inn, áðrenn stýr kom á spælið, meðan veikleikin hjá Ternuni kanska var júst tann øvugti, at eingin útskifting varð gjørd.
Eftir stendur, at líka so spennandi sum tað verður at síggja Fleyr í FM-finalunum fyri fyrstu ferð, verður tað eisini spennandi at síggja, um Ternan, sum hevur staðið seg væl sítt fyrsta ár í Eikliguni megnar at halda fram við menningini næsta ár.
Dráttur trýsti SÍ
Gamalt var, at í grannauppgerðum kann alt henda, og hetta vísti seg eisini í høllini á Giljanesi í gjár, tá Dráttur sum botnlið tók ímóti SÍ, sum er á triðja plássi. SÍ fekk einki at rigga, men var mestsum fráverandi í dystinum, meðan Dráttur stríddist fyri sakini og veruliga fekk sett grannarnar undir trýst.
Dráttur byrjaði væl og vann tey bæði fyrstu settini rímiliga greitt, og einki sá út hjá kvinnunum úr Sørvági, sum á ongan hátt líktust einum liði, sum fyrru helvt av kappingini var oddalið. Hvørja ferð onkur ivabóltur var, var tað Dráttur, ið tók av, meðan SÍ ikki fekk tikið seg saman til tað stóra. Og SÍ var enntá fleiri stig á odda fyrst í báðum settunum.
Og hóast tað framvegis slett ikki var sannførandi, byrjaði SÍ tó at koma meira inn í dystin í triðja og fjórða setti, sum tað eydnaðist at vinna. Framvegis var spælið tó sjuskut og lítið samanhangandi, og eitt nú var støðan í fjórða setti javnleikur 22-22, áðrenn SÍ fekk vunnið síðstu bóltarnar, heldur enn at tapa dystin.
Tilsamans rakk tað so til, at eitt fimta sett mátti til, áðrenn avgerðin í dystinum kundi falla. Her var orkan hjá sørvágskvinnum helst størri enn hjá teimum í Drátti, ið ikki ordiliga megnaðu at fylgja við og fara eftir sigrinum, tá avtornaði. SÍ vann fimta sett og dystin, men mátti samstundis staðfesta, at finalumøguleikin var fokin, nú Fleyr samstundis vann sín dyst.
Ungt TB-lið vann
Leygardagin tók ÍF á Kambsdali ímóti TB, sum bara hevði vunnið ein av níggju dystum síðani á nýggjárinum. Ein orsøk til tað hevur kanska verið, at royndir spælarar eru farnir burturav, umframt at TB hevur eitt øgiliga ungt lið, sum tað tekur tíð at fingið spælt saman.
Men leygardagin sá alt út til at ganga upp í eina hægri eind hjá tvørakvinnum, sum á liðnum høvdu tvær 14 ára gamlar, tvær 16 ára gamlar og eina 17 ára gamla. Tær komu væl frá byrjan og megnaðu eisini at vinna tey bæði fyrstu settini, hóast spælið var nokk so javnt.
Kortini sá TB út til at hava tamarhald á, og hóast triðja sett fór til ÍF, fekk tað ikki gestirnar at fara niður við nakkanum, so í fjórða setti helt spælið fram og 3-1 sigurin gjørdist veruleiki. Serliga móttøkur og verjuspæl riggaðu væl, og ein av fleiri, ið spældu væl, var libero-spælarin, Femja Mortensen, ið kort síðani er blivin 16 ár.