SÍ-kvinnurnar reistust skjótt eftir tapið fyri TB sunnudagin, tá tær í kvøld sendu kvinnurnar hjá Fleyr úr Sørvági við einum tapi í viðførinum. Tapið merkir allarhelst, at Fleyr-kvinnurnar kunnu gloyma alt um at koma í FM-finaluna.
Mjølnir vann á ÍF og yvirtók annaðplássið frá TB, sum ikki spældi í kvøld, og í triðja dystinum vann Dráttur ein sera tryggan sigur á KÍF.
Hjá monnunum var bara hin eini dysturin. Í Klaksvík vann Mjølnir á Fleyr, sum harvið misti ein hin seinasta møguleikan at blanda seg upp í oddastríðið hjá monnunum. Samstundis styrkti Mjølnir sína støðu í oddanum.
Eik-ligan, kvinnur
SÍ-Fleyr 3-1 (25-17, 25-27, 25-13, 25-16)
Mjølnir-ÍF 3-1 (25-13, 25-17, 24-26, 25-18)
Dráttur-KÍF 3-0 (25-9, 25-11, 25-12)
Støðan: SÍ 15, Mjølnir 11, TB 9, Dráttur 9, Fleyr 7, ÍF 2, KÍF 0
Eik-ligan, menn
Mjølnir-Fleyr 3-1 (25-22, 17-25, 25-21, 26-24)
Støðan: Mjølnir 15, SÍ 12, Fleyr 8, ÍF 0