Fleyr-ÍF 0-3: Avgerandi bóltarnir og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr ÍF-veteranin, Bartal Eliasen, spælandi venjaran hjá Fleyr, Suna Juul Pedersen, hjálparvenjarin hjá ÍF, Andreas R. Zachau og viðmerkjaran, Klæmint Isaksen taka samanum dystin

##med2##

Tað gjørdist talan um tveir greiðar 3-0 útisigrar í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti í dag.

Vesturi í Sørvági vann Mjølnir 3-0 á SÍ. Settmunurin var 18-25, 20-25 og 18-25.

Í høllini á Hálsi í Havn vann ÍF 3-0 á Fleyr. Settmunurin var 23-25, 18-25 og 22-25.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Klæmint Isaksen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr Klæmint Isaksen taka samanum ein uppibornan sigur til ÍF. Klæmint staðfestir, at Mjølnir eru sterkir í ár, men hann vónar, at ÍF, SÍ og Fleyr kunnu bíta meir frá sær móti Mjølnir.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við superveteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen sum hevur gjørt enn eitt comeback. Hesaferð kom tað av neyð, tí ÍF í dystinum móti Mjølnir í vikuni hevði bara seks spælarar tøkar. Eftir tí vit skilja spældi Bartal tann dystin í svartaskóm. Bartal væntar tó ikki at vera so drúgvur á besta liðnum hjá ÍF hesaferð.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við leikandi venjaran hjá Fleyr, Suna Juul Pedersen, ið helst bara vildi verið venjari, og ikki leikandi venjari. Suni avdúkaði, at hann spælir ikki nógv aftrat á hægsta støði, og tíðin sum landsliðsleikari er allarhelst farin afturum.

5) Hoyr samrøðuna og hagtalsligu greiningina Óli G. Samuelsen hevði við hjálparvenjarin og hagtalsmannin hjá ÍF, Andreas Reinert Zachau, ið kundi fegnast um bæði spæl og hagtøl hjá ÍF. 

 

Støðan (fbf.fo)DystirSett 
Lið:leiktir3-0/3-13-20-3/1-32-3vunnintaptmunurStig
Mjølnir330009099
ÍF3101156-14
3102037-43
Fleyr3012048-4

2

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

 

 

(Fleyr-ÍF 0-3: Hoyr avgerandi bóltarnar, samanumtøku við Klæminti Isaksen og samrøður við: Bartal Eliasen, Suna Juul Pedersen og Andreas R. Zachau)