Fleyr er steypavinnari fyri gentur 16

Gentur 16 dysturin millum Fleyr og SÍ gjørdist sera spennandi og javnbrótari mátti til, áðrenn Fleyr fór avstað við sigrinum.

 

Sí vann tó fyrsta settið rættuliga greitt við 25-19. SÍ sá  í hesum settinum út til at vera munandi sterkari enn Fleyr.

 

Fleyr svaraði tó aftur sum hamskiftar í 2. settið við at vinna 25-18 og vunnu síðani javnbrótaran 15-13.

 

Thirza Tarazona Becerra gjørdist dagsins leikari fyri Fleyr, ímeðan Sára Kambsgarð gjørdist dagsins leikari fyri SÍ.

 

##med2##