Flogbóltur
Undan sunnudegnum vóru flogbóltsharrarnir hjá SÍ als ikki til at steðga.
Hóast kappingin hjá monnum er heldur skeiklað, nú liðini í deildini eru somikið fá, so hevði SÍ fyrstu dystirnar prógvað, at teir eru liðið, sum hini mugu taka, um kappingin skal vinnast, so setningurin hjá Fleyr var greiður sunnudagin.
Og tað vísti seg eisini, at Fleyr væl og virðiliga livdi upp til kravið. Havnarmenninir hava styrkt um liðið í ár, og eitt nú er Jón Nielsen komin til felagið, eftir at hann annars als ikki spældi flogbólt við kappingarársbyrjan.
Hóast úrslitini ikki hava talað so øgiliga greitt, so hevur spælið hjá Fleyr støðugt verið á heilt góðari leið, og hesa ferð bragdaði eisini á talvuni, tá SÍ so ruddiliga varð sent heim við ongum. Fleyr læt sjáldan nakran iva vera um, hvar stigini skuldu fara, og sigurin prógvaði veruliga, at Fleyr skal teljast saman við ÍF og SÍ, tá heiðursmerkini skulu býtast í vár.
Hin dysturin var millum Mjølnir og ÍF, og her vunnu fuglfirðingarnir ein tryggan sigur, soleiðis at teir nú eru ájavnir við SÍ í oddinum.