Tað er ikki hissini hjá einum pikkalítlum fugli á 8-9 gramm at flúgva 850 kilometrar úr Noregi til Føroyar.
Men tað var júst tað, ein grannljómari hevur gjørt.
Ikki minni ótrúligt er tað, at hetta gjørdi lítli fuglurin upp á bara tríggjar dagar.
Náttúrugripasavnið sigur, at tann 14. oktober í ár fleyg ein grannljómari í eitt vindeyga í húsunum hjá Jens og Súsonnu Christiansen í Norðdepli.
Fuglurin hevði tað ikki gott eftir hetta, so tey tóku hann inn, men fuglurin yvirlivdi ikki.
Tey sóu, at grannljómarin var merktur við ringi og boðaðu frá hesum.
- Vit hava leingi vita, at tá tað er eystanvindur um heysti, so koma fleiri ferðafuglar til landið, sigur Náttúrugripasavnið.
Mest hugsandi er, at hetta eru ferðafuglar sum hava verið á veg suðureftir í Noregi, men sum verða blástir av kós og enda við at flúgva heilt til Føroya.
- Men tað eru fá prógv eru fyri hesum. Men tá ið ringurin á fuglinum í Norðdepli varð kannaður, vísti tað seg, at hann var merktur tríggjar dagar frammanundan við Lista Fyr í Noregi.
- Hetta er eingin hissini teinur hjá einum fugli uppá 8-9 gramm, tí Lista Fyr er einar 850 kilomtrar í ein landsynning úr Norðdepli.
Myndina av fuglinum tók Súsanna Christiansen