Flettu russisku bjørnina

Í 1985 nýttu Elkjær og Laudrup fýra skot, áðrenn russiska bjørnin fall í Parkini. Týskvøldið skuldi Jóan Símun Edmundsson bert skjóta tað eina plettskotið, áðrenn bjørnin var lamskotin

Fótbóltur

 

Tað er ikki so langt síðani, at U21 landsliðið sá dagsins ljós. Fleiri ferðir hava ungu menninir tey bæði seinastu árini verið um reppið at skaka fótbóltsheimin, og í gjár vunnu teir 1-0 á Russlandi. Úrslitið er so glæsiligt, at tað dregur tankarnar aftur til 12. september 1990 og 1-0 sigurin á Eysturríki!

Serliga hugaligt er tað at staðfesta, at føroyska liðið ongantíð var kroyst so illa, sum føroyingar ofta hava verið ímóti stórum fótbóltstjóðum. Tað kann væl vera, at russiska liðið ikki livdi upp til tað, sum tað kann roknast við frá fulltíðar yrkisspælarum úr so stórari fótbóltstjóð. Russararnir vóru merkiliga lítið ágrýtnir, ferðin var ikki serliga høg, teir vístu ikki bóltførleikan, sum teir eiga at megna, og teir framdu nógv persónlig mistøk.

Einki var at ivast í, at teir undirmettu føroyska liðið, sum leygardagin hevði lagt rygg til 4-0 tap ímóti Rumenia.

Men hetta eigur avgjørt ikki at taka nakað sum helst frá føroyska avrikinum: Jóan Símun Edmundsson drønstútaði eftir 58 sekund og úr ellivu metrum upp í handara hornið eftir innlegg úr høgru frá Johan Ellingsgaard, og so var dagsskráin sett:

Okkara menn vístu rætta hugburðin. Teir arbeiddu allir fyri ein og ein fyri allar. Í verjupartinum vóru støðurnar skilagóðar, taklingarnar nærlagdar og neyvar, og í høvuðspælinum stóðu okkara einki aftanfyri mótstøðumenninar.

 

Størri tyngd í framrættaða partinum

Serliga hugaligt var at síggja, hvussu væl tað í álopspartinum ofta eydnaðist at spæla, sjáldan var neyðugt at sparka, og at tað so ofta vóru nógvir føroyingar á mótstøðuhálvuni.

Sammett við leygardagin, tá ið Føroyar taptu 4-0 ímóti Rumenia, var miðvøllurin broyttur. Nú vóru tveir á verjukenda sentrala partinum, og bæði Róaldur Jacobsen og Kristoffur Jakobsen arbeiddu yvir evni, tordu at taka bóltin niður, høvdu sjálvsálit til at bjóða av og spældu skilagott.

Á framrættaða partinum var Christian R. Mouritsen sum fiskurin í vatninum. Hann vísti, hvussu nógv býr í honum, og hann dugdi væl at hjálpa Páll Klettskarð í fremstu ódnini. At geva Jóan Símuni Edmundsson møguleikan í vinstru vísti seg at vera frágera gott hugskot.

Toftamaðurin hevur øgilig evni, og sjálvsálitinum bilti einki, tá ið hann helt upp á bóltin og bjóðaði av soleiðis, at viðspælararnir høvdu møguleika at flyta seg fram. Síðuspælarin hinumegin, Johan Ellingsgaard, legði upp til málið, og teir báðir saman við Pálli Klettskarð og Christiani R. Mouritsen vóru oftast við heilt frammi.

Bólturin varð ofta vunnin frammarlaga, og tí vórðu føroysku álopini ofta vandamikil.

Rógvi Holm stýrdi saman við Pól Jóhannesi Justinussen meistarliga verjuni. Pætur T. Jørgensen kom væl frá tí í høgru, og Erling Jacobsen vísti seg at vera fínur styrkur at hava fingið inn á vinstra vongverja.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen hevði tríggjar heilt góðar bjargingar, hann dugdi væl at lesa spælið,og hann var stinnur í luftini.

Onkra ferðina hjálpti tvørtræið til. Tá ið Føroyar skulu vinna á stórari fótbóltstjóð, so skulu marginalirnir vera í okkara parti. Soleiðis var tað í gjárkvøldið, tá ið veðrið eisini lagaði seg alt betri, sum dysturin leið. Í staðin fyri grátt kvøld og tapið, sum avrikið leygarkvøldið kundi lagt upp til, so var talan um gott kvøld og óvæntaðan, men uppibornan sigur, ið eigur at geva íblástur og áræði undan næstu uppgávunum.

Brian Kerr og hansara menn vóru millum áskoðararnar, og tað skal ikki undra, um fleiri av teimum, sum vóru á vøllinum, næstu ferð verða á a-landsliðnum. Nú fæst at síggja, hvussu avrikið hjá a-liðnum verður í kvøld. Eftir síðsta bríksl í gjárkvøldið helt annar av venjarunum, Heðin Askham, at talan hevði verið um fínt liðavrik, og at hann tískil ikki vildi taka nakran framum.

Tað er lætt at vera samdur við honum í tí. Men tað skal tó ikki undra, um eitt nú Rógvi Holm næstu ferð fer at fáa A-landsliðsboð.