SKÚLI
Tað eru næmingar í tíggjunduflokkum á Venjingarskúlanum og Argja skúla, sum ganga á húsarhaldsbreytini á Argja skúla. Lærarin, Sára Dam, hevði fingið starvsfelaga sín, Búa Brattaberg, at hjálpa sær. Búi er tikin úr leikum at fletta, tí hann hevur eina fortíð sum bóndi í Mykinesi.
Búi greiddi næmingunum væl frá tí, hann gjørdi og hevði umframt søgur um bæði træala- og konubitan. Sperðilin er ein ektaður suðuroyarsperðil – fyltur við góðum kjøti og ikki sum tann, vit kenna norðranfyri - fyltur við fiti.
Dagurin gekk væl. Flettingin – og frágreiðingarnar hjá Búa – tók einar tveir tímar, og næmingarnir lótu væl at, hóast onkur gramdi seg um lukt.