Ivast nakar í, hvat “mørur” er, kann verða nevnt, at tað er: liv?ur, lungu, hjarta, tind (og stund?um lundir) í einum, sum hong?ur niður úr barkanum.
Mørur hevur eisini eina aðra merking. Tað er “tálg uttan um innvøl”. Fleiri mørir eru í seyði, t.d. eygna-, garn-, hjarta-, bløðru- ella koku-, nýru- og oyrn?a?mør?ur.
Í krovinum eru fýra ryggj?ar?stykki: hálsur, háryggur, mjó?rygg?ur og hárógva (ella drunn?ur). Háryggurin er fremsta ryggja?r?s?tykki. – Válgarin er stykk?ið av bringuni við trimum teim?um fremstu rivunum upp?i?í. – Huppurin er stykkið, sum er tunn?vemb?ið við trimum ella fýra rivjabeinum uppií. Fóta?mørur er tunnvembið ókruvt, men skorið oman báðumegin.
Fingrastaðir kann verða sagt um ljósar og reydligar ríp?ur út frá mjórygginum á krovi. Tað er tekin um, at tað er haga?gott.
Slambur er innvølur og ann?að leyst úr seyði, t.d. sperðil, nýru og vomb.
Gamalt var, at alt á seyði varð etið uttan gor, gall og milti. – Føturnir vórðu rotaðir og havdir til súpanarbót. Her kann nevnast, at fótur merkir gong?u?lim?ur.
Flettari má vara seg fyri ikki at paða ella spáa. At paða er at tumma kjøt upp í skinnið, t. e. av misgáum fáa pað við kjøt?slintr?um upp í skinnið. At spáa er at skera ov ovarlaga, so ein sker spávøluna upp í fótin, so?leiðis at spritan ikki kann sting?ast í sperruna.