Í hesum døgum kunnu dímunarfólk fegnast um, at ein stór og torfør verkætlan er komin undir land:
Fyrsta framleiðsluhúsið á útoyggj, við eini slátureind og eini eind at garva skinn í, er nú vorðið veruleiki.
8. september varð nevniliga slátureindin løggildað, og nú kann kjøt og annar útdráttur úr Stóru Dímun seljast til handlar, matstovur og onnur uttan trupulleikar.
Fyrsta fylgið varð flett 20. september, og sum skilst riggaði tað sum tað skuldi.
Tað er kortini ikki bert á Stóru Dímun at fólk fegnast um hetta framstigið. Eisini tey í Útoyggjafelagnum gera tað sama.
- Ja, tað kann sigast at vera ein sjáldsom støða, at einasta virki í Føroyum, ið er løggildað til slátur, liggur á landsins minstu oyggj.
- Men hetta ber eisini boð um, at á útoyggj eru kreftir, ið ynskja og vilja framburð, verður sagt úr Útoyggjafelagnum.
Víst verður á, at nú er slóðað fyri, at framleiðsluhús kunnu koma á allar útoyggjarnar. Dømi um slík støð er Fugloy, Skúvoy og aðrastaðni við.
RÆTTING:
Vit hava áður sagt, at hetta var einasta góðkenda sláturhúsið her á landi. Men gjørt skal vera vart við, at matvøruvirkið KRÁS í Hósvík eisini flettir í góðkendum hølum.