Vinnumálaráðið hevur eitt uppskot til hoyringar hjá flokkunum í løtuni og í vinnunevndini hjá Løgtinginum. Talan er um eina nýggja matvørulóg.
Hetta arbeiðið hevur verið í gongd í langa tíð, tí mann leingi hevur hildið at matvørulógin frá 1985 er ótíðarhóskandi.
Hinvegin er ætlanin ikki enn at taka kjallaraflettingina av, tí tá søla fer fram millum bónda og endaliga kundan er talan um eitt álit, har ikki verður mett, at góðkenningar eru neyðugar.
Tó hugsar mann um, at bøndur, ið fletta nógvan seyð til dømis, skulu hava okkurt slag av góðkenning, so eitt minstakrav er til reinføri og so framvegis.
- Tá mann flettir ein seyð, er tað øgiliga avmarkað við dálkingarvanda. Er hinvegin talan um nógvan seyð, so verður vandin beinanvegin størri, staðfestir Óluva Niclasen av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Høvuðsboðskapurin í uppskotinum er tí, at beinleiðis durasøla skal sleppa at halda fram, men at matvøruhandlar og matstovur bert skulu keypa kjøt frá góðkendum sláturvirki. Onki sláturvirki er tó í landinum í løtuni.
Bóndafelagið positivt
Anna Rubeksen, forkvinna í bóndafelagnum, er fyri hugsanini í uppskotinum.
- Vit vilja sjálvandi hava skipaði viðurskifti á økinum. Tað hava vit ikki í løtuni, og tað kann bara vera ein fyrimunur hjá okkum, um bøndurnir kunnu vísa til eina góðkenning, sigur forkvinnan í bóndafelagnum. Hon leggur afturat, at fólk hava verið bangin fyri, at kjallaraflettingin dettur niðurfyri, men tað verður ikki talan um tað enn á sinni.
- Onkur tosar um at útflyta til ES og tá skulu fleiri góðkenningar til, men í løtuni megna vit ikki at metta heimamarknaðin, so hetta er ikki nakað sum verður enn, hóast summir bøndur hugsa um at flyta kjøt út, staðfestir Anna Rubeksen. Hon vísir somuleiðis á, at onki sláturvirki er í løtuni, men at onkur arbeiðir við einari tílíkari ætlan.
Matstovurnar gleðast
- Hetta kann bara vera gott, sigur Ása Johnsdóttir, forkvinna í matstovu- og gistingarhúsfelagnum. Hon vísir á, at tað verður ein fyrimunur fyri matstovurnar, um tær kunnu vísa á, at maturin er góðkendur. Tó heldur hon tað vera løgið at felagið ikki er sett inn í málið, og als ikki hevur fingið tað til hoyringar. Men hon heldur fast við, at tað verður gott, tá gesturin fær eitt garanti fyri góðsku.
Fyrireikingarbólkur setast
Tað verður tó hvørki í dag ella í morgin, at henda lóg verður sett í verk. Heilsufrøðiliga starvsstovan sendi nevniliga eitt skriv til Jóhan Dahl, vinnumálaráðharra, har tey biðja um at fáa ein bólk settan, sum skal finna besta leistin og bestu tíðarætlanina til uppskotið.
- Ætlanin skal innihalda realistiskar tíðarkarmar, lýsa ítøkiligt hvørji krøv skulu lúkast, hvussu vit ímynda okkum at krøvini verða lokin, kostnaður, stuðul frá tí almenna og so framvegis, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan í uppskotinum til bólkin.
Í bólkinum skulu vera umboð fyri vinnu, heilsumyndugleikar og politiskan myndugleika. Upprunaætlanin var, at Heilsufrøðiliga starvsstovan skuldi manna allan bólkin, men tað setir hon seg ikki føra fyri.
Hesum tekur Jóhan Dahl undir við, og vil hava ein bólk settan, sum skal arbeiða fram til ólavsøku, sum síðani skal koma við einum ítøkiligum leisti, har kostnaður, tíðarkarmur, kostnaður og avleiðingar vera greiddar.