Leygardagin verður slaktið hátíðarhildið í miðbýnum í Havn. Føroyska tilfeingið verður á skránni í Tórsgøtu leygardagin, tá ið Slaktið er á skránni.
- Vit fara at fletta eina kúgv og fleiri seyðir – ein upplagdur møguleiki at vísa okkara børnum, hvussu matur verður fingin til vega, siga fyrireikararnir á heimasíðuni hjá Reinsarínum.
Ruben Busk fer at grilla lambskjøt og bjóða smakkiroyndir. Sum skilst er tiltakið at sammeta við tiltakið Ein dagur á grynnuni, tó tað hesaferð er kjøt og ikki fiskur, sum er á skránni.
Myndina eigur Djóralæknatænastan.










