Flestu skaðatilburðirnir eru í fjølbygdum øki

Fjølbygd øki við blandaðari ferðslu eru nógv meira vandamikil enn tey øki, har óvard og vard fólk í ferðsluni eru skild sundur frá hvørjum øðrum á ein ella annan hátt

Tað er ein sannroynd, at tað ber ikki til at hava eitt ferðslukervi, har óvard fólk, tað eru tey sum ganga ella súkkla, og vard fólk, sum koyra í bilum og bussum, eru skild sundur hvørt frá øðrum. Tí mugu vit eisini gera eitt blandað ferðsluumhvørvi, har samspælið millum bilarnar og tey óvardu verður gjørt so skynsamt og trygt sum til ber. Tað týdningarmesta í hesum føri er at bilarnir koyra spakuliga.
Kelda: RFF